Til forsíðu
Søga kommununar
Fá samband
Vinarbýir
Borgarstjórin
Býráðið
Starvsfólk
Øll tíðindi
Fuglafjarðar sløkkilið nýggjan skimmara..Fuglafjarðar sløkkilið nýggjan skimmara.
25-02-2010
Krøvini til “tilbúgvingina” eru økt munandi, nú síðani oljuterminalurin lat upp fyri hálvum øðrum ári síðani.
Havumhvørvislógin áestur, at tað eru kommunustýrini, ið hava ábyrgd av at basa olju- og kemikaliudálking, herundir fram við bryggjum og havnaløgum og bátahyljum.
Hesa ábyrgd roynir kommunan at liva upp til og hevur útvega sær væl av útgerð í hesum sambandi.
Ein nýggj stór oljusperra kom aftrat í 2009, umframt onnur útgerð, eitt nú ein nýggjur skjóttgangandi innsatsbátur.
Tann seinasta útveganin til okkara sløkkilið og tí kommunalu tilbúgvingina er so hesin oljuskimmarin, ið kann sópa upp tungolju av sjónum. Ikki er slík útgerð bílig, einar 300 túsund krónur kostar skimmarin, men so er hann tann einasti í Føroyum, ið megnar hesa uppgávuna.
Umframt henda nýggja ræður tilbúgvingin yvir einum minni skimmara til lættari olju eisini.
Kommunan hevur samanlagt gjørt íløgur í tilbúgvingarútgerð fyri kr. 2,5 mió. seinastu 2 árini.
Tað er Fuglafjarðar sløkkilið við brunaleiðaranum Jóhann Clementsen á odda og Fuglafjarðar havn við havnameistaranum Rólanti Højsted á odda, ið saman við vinnuni taka sær av lokalu tilbúgvingini.
 
 

Lagt út mikudag, 25-08-2010

Býráðsfundurin 26. august er avlýstur

Sagt verður frá, at Býráðsfundurin tann 26. august er avlýstur.

Tiltøk
SEPTEMBER 2010
    12345
6789101112
13141516171819
20212223242526
27282930      
Telefonnr.Leið 410vevm. havn
vevm. brunnarvevm. bátahylurbýráðsfundir
FUGLAFJARÐAR KOMMUNA  ·  ENNIVEGUR 38  ·  TLF. +298 737700  ·  FAX +298 444657  ·  INFO@FUGLAFJORDUR.FO